Sjálvgreiðslan
Skriva út
Daddan
Lagt út: 06.02.20
Umsóknarfreist: 20.02.20

Daddan søkir eftir fólki í Suðuroy og Sandoy

Søkt verður eftir fólki at starvast sum daddur.

Um okkum:
Í/F Daddan er ein nýggj fyritøka, ið umsitur barnaansing. Hetta fevnir um, at fara út til
heimið hjá fólki, at ansa børnum teirra, heintan í barnagarði o.a. tílíkt virksemi.

Vit vænta:

  • At tú tímir at arbeiða við børnum
  • At tú ert ábyrgdarfull/ur og sjálvbjargin
  • At tú sjálv/ur finnur flutning til arbeiðsstaðið
  • At tú megnar, at skapa eitt trygt umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og foreldrum teirra

Vit bjóða tær:
Eitt starv, har tú kemur at skapa stuttligar og hugnaligar løtur saman við børnunum. Dentur
verður lagdur á, at børnini eru í einum tryggum umhvørvi, har tey væntandi fáa tætt samband
til dadduna.

Hjá okkum, verður tú partur av einum felagsskapi, ið hugsar kreativt, og har tú sjálv/ur kemur
at skipa tín arbeiðsdag.

Løn og setanartreytir:
Løn sambært avtalu.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita, við at venda sær til umsitingina: Heidi Jónsveinsdóttir Simonsen ella
Jórunn Gudmundsen, á tlf. 259986 ella á tlf. 787010

Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er: 20/02-2020.
Umsókn, CV o.a. skal sendast til daddan@daddan.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.