Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Betri Banki
Lagt út: 20.04.21
Umsóknarfreist: 14.05.21

Byrja yrkisleiðina sum næmingur í  Betri

Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum til at arbeiða á deildum okkara kring landið, ávikavist í Betri Banka og Betri Trygging, frá 1. september 2021.

Sum næmingur fært tú 300 vitandi starvsfelagar, og verður tú partur av einum væl samanspældum toymi av dugnaligum fólkum, sum á hvør sín hátt eru við til at gera Betri til eitt avbjóðandi og spennandi arbeiðspláss.

Útbúgving
Næmingaútbúgvingarnar eru býttar upp í ávikavist banka ella trygging, og tí er umráðandi, at tú í tíni umsókn sigur okkum, hvør tín raðfesting er. Tað vil siga: Hvar kundi tú helst hugsað tær at komið í læru? 

Krøv
Umsøkjarar skulu hava lokið gymnasialt miðnám ella tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja.

Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen (Betri Banki), tel: 348514 / mrh@betri.fo ella Rannvá Justinussen (Betri Trygging), tel. 548575 / rju@betri.fo

Send umsókn við avriti av próvskjølum á naemingur@betri.fo so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 14. mai kl. 12.00.

Vit bjóða
Eina fjølbroytta útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum. Les meira um útbúgvingarnar niðanfyri.

  • Næmingur í Betri Banka
  • Næmingur í Betri Trygging
  • Vegleiðing til næmingaumsókn

Vit meta tað verða eina samfelagsskyldu at taka inn næmingar í Betri - samtakinum. Tað er alla tíðina brúk fyri nýggjum kreftum í fíggjarheiminum og vit vilja verða við til at tryggja, at føroyski fíggjargeirin hevur nóg nógvar kundaráðgevar í framtíðini. At útbúgva næmingar er eisini við til at tryggja grundvøll og virði samtaksins framyvir.

Vanliga søkja vit eftir næmingum um várið, og útvaldu næmingarnir byrja 1. september. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna