Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.08.19
Umsóknarfreist: 23.08.19

Byggileiðari til rakstrarstøðina

Ert tú okkara nýggi byggileiðari?

Tórshavnar kommuna er í ferð við at uppbyggja eina rakstrarstøð, ið tekur sær av øllum rakstrarviðurskiftum í okkara støðugt vaksandi kommunu. Rakstrarstøðin verður tann útinnandi eindin hjá Tórshavnar kommunu, ið tekur sær viðlíkahaldi av vegum, kantsteinum, gøtuljósum, kloakkum, vatnleiðingum og grønum umráðum. Harumframt kemur reinhaldið, vetrartænastan og rottutýnan eisini til at virka undir rakstrarstøðini.

Í hesum sambandi mangla vit ein starvsfelaga, ið kann taka sær av og røkta niðanfyri standandi ábyrgdarøki:

  • Viðgera innkomin mál og seta í verk tær verkætlanir, ið hoyra til ábyrgdarøkið
  • Hava eftirlit við og tryggja at verkætlanir halda tær tíðarfreistir, ið eru settar, og eftir besta førimuni tryggja, at teir fíggjarligu karmarnar, ið eru settir, halda
  • Taka sær av samskifti og fundum við umsiting, loyvum o.ø. í samband við verkætlanir og/ella rakstrarrelateraði arbeiðsviðurskifti
  • Størri bíleggingum í sambandi við verkætlanir, eftirlit, samskifti og fundum við arbeiðsformenn
  • Avgreiða arbeiðstímar

FØRLEIKAR OG VÆNTAN

  • Tú ert helst byggiverkfrøðingur, byggifrøðingur, byggiteknikari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur gott skil á fíggjarviðurskiftum

VIT LEGGJA VEKT Á, MEN TAÐ ER IKKI EITT KRAV, AT TÚ:

  • ert diplomatisk/-ur
  • ert proaktiv/-ur
  • sært møguleikar heldur enn forðingar, og ert virkin til sjálvstøðugt at loysa teir trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp ið tí dagliga arbeiðinum
  • hevur royndir innanfyri rakstur og viðlíkahald

Vit bjóða eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har vit hava nógvar bóltar í luftini, hava góðan felagsskap og raðfesta gott samstarv høgt. Tú kemur sjálv/-ur til at leggja tín dag til rættis, har fundir og eftirlit við formenn kemur at verða partur av tínum gerandisdegi.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og aðrar treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn við CV, útbúgvingarprógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. august klokkan 8.00. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast „Byggileiðari til rakstrarstøðina“.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, rakstrarleiðara, á telefon 288658 ella 302010.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.