Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 08.01.21
Umsóknarfreist: 29.01.21

Byggi- og býarplanssamskipari til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna er í stórari menning. Tekniska fyrisiting hevur ein týðandi leiklut í sambandi við tær stóru fysisku broytingar, sum fara fram í býnum og kommununi annars. Hjá byggi- og býarplanssamskipara er fremsta uppgávan at skipa hesar uppgávur á tekniska økinum, sum m.a. fevna um lendisviðurskifti, matrikkulering, umhvørvismál og annað.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at:

  • skipa dagligu uppgávurnar í býarskipanartoyminum
  • vera við at gera menningarætlanir fyri býin/kommununa við atliti at teknikki, umhvørvi og sniði
  • gera støðulýsingar og standa á odda fyri ymiskum verkætlanum
  • málsviðgerð í samband við m.a. umhvørvis- og lendisspurningar v.m.
  • samskifta við ymiskar fakbólkar, myndugleikar og borgarar

Vit sóknast eftir einum starvsfólki, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving (t.d. sivilverkfrøðingur innan býarmenning e.l.)
  • hevur royndir innan kommunala fyrisiting og skil fyri politiskari og kommunalari býarskipan
  • góðan kunnleika til telduforrit, sum verða nýtt á tekniska økinum (AutoCad, Adobe, ArcGIS o.o.)
  • er framfýsin og vil menna býin/kommununa
  • strembar eftir at veita eina góða tænastu

Persónligir førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar, ert íðin og virkin í at luttaka í verkætlanar-arbeiði, umframt at tú megnar at samskipa arbeiði millum ymsar fakbólkar. Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum er ágrýtin, framsøkin og jalig/ur fyri nýggjum avbjóðingum. Royndir innan tílíkt arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 15. februar 2021 ella eftir nærri avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við Akademikarafelagið.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, á tlf. 410034.

Umsókn
Umsókn saman við prógvi, lívslongdarlýsing (CV) og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Mrk. umsóknina ‘Byggi- og býarplanssamskipari’. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2021 kl. 12:00.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna