Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sansir
Lagt út: 15.07.20
Umsóknarfreist: 17.08.20

Bókhaldari til Sansir og Kvinnu

Tú arbeiðir skipað, við nærlagni og ert álítandi. Og tú hevur viðkomandi royndir og kunnleika til bókhald. Kennir tú teg aftur?

So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit ynskja at seta ein bókhaldara í hálvtíðarstarv sum skjótast. Tú fært ábyrgdina av bókhaldi, skuldarum og ognarum. Tú skalt avgreiða dagliga bókhaldið, gera mvg uppgerð, greiða lønarviðurskiftin og annað skivstovuarbeiði.

Tað er umráðandi, at tú hevur hollan kunnleika til bókhald. Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert røkin, arbeiðir skjótt og væl - og ert fyrikomandi.

Vit bjóða tær eitt livandi og spennandi arbeiðsumhvørvi, har trivnaður er í hásæti.
Starvið er hálvtíðarstarv og verður lønt sambært avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Tór Verland Johansen á tel 299 372 ella torverland@sansir.fo.
Umsóknin skal sendast við teldubrævi til torverland@sansir.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 17. august 2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna