Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 25.10.21

Bókhaldari til fíggjardeildina

Á Fíggjardeildini hjá Tórshavnar kommunu er eitt starv sum bókhaldari leyst at søkja.

Starvið
Tínar høvuðsuppgávur verða fyrst og fremst ognarabókhald, sum er at taka ímóti, býta út og gjalda rokningar og stemma av. Eisini kemur tú at virka í skuldarabókhaldinum, sum er at fakturera, krevja inn og røkja áogn. Deildin fakturerar fyri flest øll øki í kommununi uttan fyri nakrar størri eindir, sum fakturera sjálvar. Áttati túsund rokningar frá veitarum fara árliga gjøgnum skipanina, harav flestu koma inn talgilt. Rokningaportalur verður eisini brúktur. Fíggjarskipanin er Dynamics Navision 2017. Aðrar størri skipanir eru Barn á dagstovnaøkinum, 3V á eldraøkinum og Leiðslukunning. 

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/bokhaldari-til-figgjardeildina/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna