Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsbókasavnið
Lagt út: 07.10.19
Umsóknarfreist: 21.10.19

Bókavørður til Landsbókasavnið

Landsbókasavnið søkir eftir bókavørði at byrja 1. desember 2019 ella skjótast til ber.

Starvið
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir um m.a. 

  • Miðling í útláninum
  • Í tilknýti til Føroyadeild at hava um hendi handritasavnið
  • Talgilda varðveiting av bókasavnstilfari
  • Skráseting av bókasavnstilfari til stovnar

 Førleikakrøv
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum Bibliotekar DB, ella onnur bókasavnsfaklig útbúgving.

Dentur verður eisini lagdur á, at bókavørðurin er sinnaður at luttaka í menningaátøkum, og vit rokna við at tann ið settur verður, hevur

  • Góð samstarvsevni
  • Sjálvstøðugt arbeiðslag
  • Góðan tænastuhugburð
  • Góðan teldukunnleika
  • Góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða í toymi við bundnum uppgávum, men eisini sjálvstøðugt við egnum hugskotum.

Setanartreytir og løn
Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum.
Starvið verður lønt í 7. Lønarflokki eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. oktober 2019.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

 

 

 

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.