Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.01.21
Umsóknarfreist: 05.02.21

Bókavørður til Býarbókasavnið

Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja 1. mars 2021 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 29,25 tímar um vikuna. 

Sum bókavørður á Býarbókasavninum kunnu vit bjóða tær eitt áhugavert starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í hjartanum í Havnini.

Starvið sum bókavørður er fjølbroytt og fevnir um allar vanligar bókavarðauppgávur, og tískil eru uppgávurnar hjá tí, ið sett/-ur verður m.a.:

  • at taka sær av bókarøkt/savnsrøkt, herundir at luttaka í bókavali, viðlíkahaldi, burturbeining v.m.
  • at luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum í útláninum og barnabókasavninum
  • at skráseta bókasavnstilfar
  • at luttaka í átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins
  • at luttaka í almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan
  • at luttaka í toymum stovnsins
  • at hava um hendi dagføring og viðlíkahald av heimasíðu og framleiðslu av miðlatilfari

Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.

Førleikakrøv o.a.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður ella hava samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi í mun til starvið. Kunnleiki til KT, royndir við bókasavnskipanum og førleikar at skapa áhugavert miðlatilfar er ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar og hevur royndir innan bókasavnsøkið. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, kunna hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin hava góðar málsligar førleikar, duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis og hava evnir at laga seg til skiftandi umstøður. 

Setanarviðurskifti
Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

Vilt tú vita meira
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vónbjørt Vang, býarbókavørð, vonbjortv@bbs.fo, ella við at ringja á telefon 257242.

Umsókn
Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. februar 2021 klokkan 12.00. Merk umsóknina »Bókavørður til Býarbókasavnið«.


--------------------

Býarbókasavnið
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Høvuðsendamálið er at veita upplýsing, vitan og mentanarligt virksemi. Umleið 100.000 vitjandi koma inn um dyrnar á Býarbókasavninum um árið.

Bókasavnið hevur tríggjar deildir: barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu og fer í næstum at lata upp ungdómsdeild. Starvsfólkini eru í løtuni 14 í tali.

Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni www.bbs.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna