Sjálvgreiðslan
Skriva út
Barnabati
Lagt út: 15.06.20
Umsóknarfreist: 06.07.20

Barnabati søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum  skrivstovu-/ samskiftisfólki.

Barnabati søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum  skrivstovu-/ samskiftisfólki.

Starvið:
Sum skrivstovu- og samskiftisfólk fær tú ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum og kemur at menna virksemið hjá Barnabata saman við aðalskrivara og starvsfólki. Arbeiðið fevnir m.a. um at varða av fyrisiting, framleiða og rættlesa skrivligt tilfar til heimasíðu, tíðindi, faldarar o.a. Harumframt verður talan um aðrar fyrifallandi uppgávur. Eitt spennandi og fjølbroytt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.

Førleikakrøv:
Tú hevur viðkomandi útbúgving, umframt royndir og førleikar innan fyrisiting og samskiftið. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og at tú ert stinn/ur í føroyskum. Persónligu eginleikar tínir eru opinleiki, framsøkni, góð samskiftisevnir, umframt sjálvstøðugt arbeiðslag Barnabata at frama.

Lønar- og setanartreytir verða avtalaðar samsvarandi royndum og førleikum. Starvið er mett til 35 tímar um vikuna. Meira fæst at vita við at venda sær til aðalskrivaran á 522011 ella umvegis teldupost: djoni@barnabati.fo

Umsóknir
Freistin at søkja er 06.07.2020. Byrjað verður í starvinum eftir nærri avtalu. Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: starv@barnabati.fo ella til Barnabati, Niels Finsensgøta 32 - 2.H , 100 Tórshavn Barnabati

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.