Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 22.07.20
Umsóknarfreist: 17.08.20

Bakkafrost søkir starvsfólk til móttøkuna - 32 tímar um vikuna

Starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og spennandi. Tú verður andlitið og røddin, sum starvsfólk, kundar og onnur vitjandi møta fyrst, tá ið tey koma inn til okkum. Saman við móttøkuleiðarinum kemur tú at hava ábyrgd av, at móttøkan koyrir, sum hon skal.

Tínar uppgávur verða m.a.:

- Taka ímóti fólki, starvsfólki og gestum
- Taka ímóti og víðaristilla telefonir
- Umsita lyklar og atgongd til bygningin
- Avgreiða post – fysiskan og elektroniskan
- Kontantsøla av laksi
- Innleiðslupakkar til nýggj starvsfólk og skráseting í HR skipan
- Aðrar fyrifallandi uppgávur

Starvsstaðurin er á Glyvrum og upplatingartíðir eru frá kl. 7:45 til 16:15 allar gerandisdagar. Tín arbeiðstíð verður 32 tímar um vikuna, býtt út á 4 arbeiðsdagar í hvørjari viku eftir nærri avtalu við móttøkuleiðarin.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir einum fólki, sum hevur viðkomandi fakligar og persónligar førleikar til at starvast í móttøkuni og brennir fyri at veita eina góða tænastu. Vit ímynda okkum, at:

- Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta við fólk
- Tú megnar væl umskiftiligar uppgávur og varðveitir altíð eitt høgt tænastustøði
- Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT skipanir
- Tú ert støðug/ur og møtir væl upp

Tað er ikki nakað beinleiðis krav til útbúgving, men viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan móttøku ella fyrisiting eru ein fyrimunur.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Løn og setanartreytir
Løn er sambært avtalu.
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka matarskipan.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Anniku Vestergaard, móttøkuleiðara á tel. 23 56 24 ella teldupost anve@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri. (https://job.bakkafrost.com/JobAd/Details/41)

Umsóknarfreistin er 17. august 2020.

Um okkum
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna