Sjálvgreiðslan
Bakkafrost
Lagt út: 13.08.19
Umsóknarfreist: 26.08.19

Bakkafrost søkir eftir trygdarleiðara

Bakkafrost sóknast eftir rætta persóninum til at standa á odda fyri arbeiðinum innan heilsu og trygd (H&T).

Sum trygdarleiðari kemur tú at hava ábyrgd fyri at dríva H&T arbeiði. Hetta inniber at viðlíkahalda og dagføra mannagongdir og politikkir, ráðgeva, skipa fyri upplæring, gera greiningar og áhaldandi at tryggja ein góða trygdarmentan ímillum okkara starvsfólk.

Starvið
Sum trygdarleiðari kemur tú at vísa til forstjóran og virka í tøttum samstarvi við trygdarnevnd, rakstrarleiðarar og formenn í samtakinum. Arbeiðsuppgávurnar verða krevjandi og fjøltáttaðar og koma millum annað at fevna um:

  • At fylgja neyvt við H&T viðurskiftum
  • At gera eftirlit og skráseta møgulig frávik og óynsktar hendingar
  • At gera greiningar og rapportir til leiðslu og trygdarnevnd
  • At skipa fyri H&T kunning og upplæring í samtakinum
  • At luttaka aktivt á trygdarfundum og “vísa andlit” runt á okkara lokatiónum
  • At luttaka til skoðanir
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum, men tað skal væntast nógv ferðing til øll øki hjá Bakkafrost.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving og góðan kunnleika til trygdararbeiði og tey krøv, sum eru galdandi á økinum. Tú hevur ein brennandi hug til at fara í gongd við hetta arbeiði og at virka sum drívmegin innan H&T hjá Bakkafrost.

Sum persónur ert tú: 

  • Sjálvstøðug/ur
  • Dámlig/ur
  • Hevur myndugleika og ert før/ur fyri at dríva arbeiðið fram á leið
  • Áhaldandi

Harumframt er tað neyðugt, at tú hevur ein greinandi hugsunarhátt og sært týdningin í at skráseta og fylgja upp.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Sum trygdarleiðar hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari stórari fyritøku. Tú fært stóra ávirkan á títt arbeiði og kanst síggja ítøkilig úrslit. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Regin Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01 ella við telduposti til reja@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis hesa leinkjuna: Søk starvið.

Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin er 26. august 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.