Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nemlia
Lagt út: 08.06.21
Umsóknarfreist: 30.06.21

Back-end Mennari til @Nemlia

Nemlia er eitt B2B virki, ið veitir tøkni til eldraøkið. Við okkara loysnum skapa vit betur samband og samskifti millum tey eldru og teirra avvarðandi og/ella heilsustarvsfólk, og eru soleiðis við til at tryggja eldri borgarum, ið búgva einsamøll ella á bústovni, betri lívsgóðsku.

Okkara skipan knýtir tænastur, varnarar og onnur tól saman, so at heilsurøktarar kunnu veita eina betur beinleiðis tænastu til eldri borgarar. Skipanin kann nýtast á bústovnum eins og hjá teimum, ið búgva heima. Nemlia gongur á odda í talgildu umleggingini á heilsu- og eldraøkinum til tess at veita teimum eldru hesa tænastu.

Til hetta arbeiðið tørvar okkum ein úrslitasøkjandi back-end mennara, ið dugir sera væl við fólki, at finna og at hugfanga nýggjar kundar. Sum back-end mennari skalt tú veita lidnar og hóskandi loysnir til hvønn einstakan kunda til tess at økja um okkara sølu, kundar og vinningsføri.

Ábyrgdarøki:
- Menna og viðlíkahalda nýtsluskipanir
- Forrita funktionellar nýstluskipanir
- Finna brek og umvæla nýstluskipanir
- Brúka nýggja tøkni at betra um okkara gomlu skipanir
- Saman við front-end mennarum, samanbinda partar, sum eru sjónligir fyri brúkaran - við bakstøðukervið.
- Tøknilig kravfesting
- Kravfesting til sniðgeving
- Veita okkara menningartoymum frálæru og stuðul
- Skriva kotu og 'libraries', sum kunnu endurnýtast
- Samstarva við mennarar, sniðgevar og kervifyrisitarar um menning av nýggjum hugskotum
- Fylgja menningini av tøknini innan økið

Førleikakrøv:
- Útbúgving á bachelorstig innan viðkomandi øki
- Drúgvar royndir sum back-end mennari
- Gott skil fyri allari web-menning (sniðgeving, menning og 'deployment').
- Verkligar royndir við forritanarmálum so sum Nodejs, AWS, Python, PHP, Postgres og Docker - Kunnleika til front-end mál (t.d. HTML, JavaScript og CSS)
- Framúr góð greiningarevni, og tú ert tíðarskipað/ur
- Góð samstarvsevni, og góð evnir at finna loysnir

Nemlia hevur skrivstovu í Tórshavn. Talan er um eitt altjóða starv, og tú kanst arbeiða heimanífrá ella í Tórshavn. Vit eru eitt ungt og ágrýtið toymi, sum brennur fyri síni søk, nevniliga at veita eldri borgarum betri lívsgóðsku.

Um tú vilt gerast partur av loysnini til eina av størstu avbjóðingunum fyri samfelagið í dag – tí fólkafrøðiligu broytingini – so kom við í okkara toymi!

Vit gleða okkum at hoyra frá tær. nemlia@nemlia.com

Nemlia

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna