Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Avloysari til tolling

Vit søkja eftir einum avloysara til at tolla á fraktdeildini á Posta í summarfrítíðini.

Hevur tú royndir við tolling? Dámar tær væl at hava nógv at gera? Og kundi tú hugsað tær spennandi avbjóðingar á Posta? So hava vit møguliga eitt starv til tín.

Føroyingar hava tikið nethandilin til sín, og talið av pakkum er í støðugum vøkstri.

Posta leitar eftir einum avloysara, sum kann vera við til at tryggja, at pakkar sum koma til landið, verða tollaðir til tíðina.

Tú gerst partur av einum ungum toymi á fraktdeildini, har øll stuðla hvørjum øðrum, og har trivnaðurin er í hásæti.

Í høvuðsheitum snýr starvið seg um at tollavgreiða og at samskifta við avvarðandi myndugleikar.

Talan er um eitt skrivstovustarv og tí er neyðugt at við góðum telduførleikum.

Tað er týdningamikið fyri Posta, at tú í tínum arbeiði leggur dent á at avgreiða til tíðina og at dygdin er góð hvørja ferð.

  • Vit ynskja, at tú 
    hevur royndir við tolling
  • ert vælskipað(ur) í tínum arbeiði og hevur eyga fyri smálutum
  • hevur telduførleika á brúkarastigi
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi avloysarastarv í einum jaligum umhvørvi. S

tarvið er sett til fulla tíð frá umleið 1. juli og seks vikur fram.

Tú kemur at arbeiða frá okkara ljósu og dagførdu hølum á Óðinshædd í Havn.

Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið.

Umsóknir
Ert tú áhugað(ur) í starvinum, send so tína umsókn sum skjótast.
Starvslýsingin er møguliga at finna fram til 21. juni, men finna vit ein hóskandi avloysara áðrenn, verður starvslýsingin tikin burtur.
Umsóknir skulu sendast til leiðaran á Farmadeildini, Ingun Olsen, á ingun@posta.fo.
Frámerk ”Umsókn”.

Spurningar:
Vilt tú vita meira, ber til at ringja ella skriva til Ingun Olsen á 23 62 03 ella við telduposti til ingun@posta.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna