Sjálvgreiðslan
Norðurlandahúsið
Lagt út: 26.06.19
Umsóknarfreist: 22.07.19

Avloysarastarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum í 1 ár

Vit leita eftir einum eldhugaðum og úrslitadrivnum avloysara.

Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan mentanararbeiði, tú hevur vitan um og áhuga í lista- og mentanarlívinum í Norðurlondum og eitt viðkomandi netverk. Tú ert ein starvsfelagið, sum er opin og kann arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í samstarvi og samráð við onnur – bæði innanhýsis í Norðurlandahúsinum og uttanhýsis við samstarvspartnarar.

Tað er ein fyrimunur at hava vitan um almenna umsiting og royndir í at starvast á stovni, sum er tengdur at einari politiskari skipan. Tú mást duga skandinaviskt mál væl, og tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt í skrift og talu. Norðurlandahúsið brúkar Office 365, og tú skalt vera von/vanur við at arbeiða við heimasíðu og sosialum miðlum.

Starvið kann setast antin sum fulltíðar- ella parttíðarstarv millum 50 og 100%.

Høvuðsuppgávur:
• Arbeiði við áskoðaramenning
• Skipa fyri mentanartiltøkum við og fyri børnum og ungum
• Vera við til at at leggja skránna fyri húsið
• Vera verkætlanarleiðari á størri og minni føroyskum og norðurlendskum verkætlanum – frá hugskoti til fíggjarætlan og útinnan.
• Umboða Norðurlandahúsið í ymsum mentanarsamstørvum
• Miðla upplýsingar um viðkomandi norðurlendskar og føroyskar mentanarverkætlanir

Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðin er skiftandi og roknast skal við kvølds- og vikuskiftisarbeiði eftir tørvi.

Lønar- og setanartreytir:
Løn og setan er sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið, Starvsmannafelagið og Norðurlendska Ráðharraráðið. Vit stremba eftir einum jøvnum kynsbýti. Starvið er avloysarastarv og er tíðaravmarkað í 1 ár.

Umsóknarfreistin er 22. juli 2019. Umsóknin skal sendast talgilt á www.norden.org. Trýs her fyri at koma til umsóknarsíðuna.
Vit ynskja at tú kanst byrja 1. september 2019 ella eftir avtalu.
Umsóknin skal fevna um skriv, sum lýsir viðkomandi royndir og kunnleika og títt ynski um at arbeiða í Norðurlandahúsinum í Føroyum umframt títt CV. Umsóknin kann skrivast á skandinaviskum ella føroyskum.
Spurningar kunnu stílast til stjóran Gunn Hernes á gunn@nlh.fo ella umvegis móttøkuna á 351 351

Um Norðurlandahúsið í Føroyum (NLH)
Norðurlandahúsið er ein stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri.
Norðurlendska Ráðharraráðið er samstarvsstovnurin hjá norðurlendsku stjórnunum.
Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er at vísa fram Norðurlendska mentan í Føroyum, føroyska mentan í hinum norðurlondunum og at stuðla føroyskari list og mentan. Vit hava uml 400 tiltøk og yvir 100.000 vitjandi um árið. 15 fólk starvast í Norðurlandahúsinum. Les meira á nlh.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.