Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Avloysarastarv sum sløkkiliðsfólk

Tórshavnar kommuna søkir eftir sløkkiliðsfólki til eitt avloysarastarv at byrja 1. november 2021.

Talan er um eitt tíðaravmarka starv í eitt ár.

Tórshavnar sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti og høvuðsstøð í Tórshavn, við í alt 72 sløkkiliðsfólkum.

Tórshavnar kommuna tekur tilbúgvingina í størsta álvara og raðfestir at hava eina góða og virkna tilbúgving.

Talan er um fulltíðarstarv sum sløkkiliðsfólk dagmaður og sum tilkallivakt.

Høvuðsuppgávur

  • Dagligt eftirlit og viðlíkahald av akførðum
  • Viðlíkahald av útgerð
  • Eftirlit og viðlíkahald av brandpostum
  • Bjargingaruppgávur
  • Annað vanligt sløkkiliðsarbeiði og hjálpiuppgávur

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/avloysarastarv-sum-slokkilidsfolk/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna