Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 08.09.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Avloysarastarv sum fulltrúi á Byggideildini

Vilt tú vera við til at menna fyristingarliga økið innan almenna bygging?

Byggideildin á Landsverki, sum er í støðugari menning, leitar eftir dugnaligum starvsfelaga, ið hevur hug og førleikar at arbeiða í einum skipaðum stovni, sum hevur stóran politiskan áhuga. 

Um starvið
Í starvinum fert tú at luttaka í samskipan av bæði størri og smærri verkætlanum, har Landsverk er byggiharri. Tú fert at fyrireika, lýsa mál og gera frágreiðingar til viðkomandi partar í eini verkætlan. Í samstarvi við aðrar fakbólkar fert tú at menna reglur, mannagongdir og frumskjøl fyri deildina. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið og vera toghaldari, so menningin er støðug. Eisini fert tú at røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur og stuðla Byggideildini í at fyrisita í mun til fyrisitingarlógina, umframt at røkja skrivarauppgávur fyri deildarleiðaran.

Vit vænta, at tú 
•          Hevur hægri útbúgving innan fyrisiting
•          Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu 
•          Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
•          Hevur lætt at samstarva við fleiri fakbólkar 
•          Er virkisfús/ur
•          Hevur gott yvirlit
•          Hevur góðan hug til at arbeiða við at menna nýggjar arbeiðshættir

Vit bjóða 
•          Eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini deild, sum hevur nógv um at vera
•          Ein stóran og spennandi verkætlanarhóp við nógvum ymiskum fyrisitingarligum avbjóðingum
•          Eitt starv í einum toymi við fjølbroyttum fakbólkum
•          Stórt frælsi at leggja egið arbeiðið til rættis

Løn og setan
Talan er um 1-ára avloysarastarv frá 1. november 2021. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.

Umsóknir
Prógv og lívrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2021.


Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á Byggideildini, Jákup F. S. Olsen á tlf. 290884 ella jakol@lv.fo

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. 
 
Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.
 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna