Sjálvgreiðslan
Skriva út
Auto Taxi
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 22.06.21

Auto søkir stjóra

Auto leitar eftir einum dugnaligum stjóra, sum við nærlagni avgreiðir uppgávur, nevnd felagsins skilgreinar, men samstundis betrar skipanir/mannagongdir, so at felagið førkar seg nærri talgildu framtíðini.

Ynski hjá nevndini er, at stjórin gongur á odda í felagnum, hvørs fremsta endamál er at reka hýruvognskoyring í Tórshavnar Kommunu, og at stjórin gongur undan at menna felagið til framtíðar avbjóðingar.

Stjórin røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna í Auto og hevur um hendi dagligu leiðsluna í felagnum. Stjórin tekur sær av kundasamskifti og tryggjar sum heild eitt høgt tænastustøði. Stjórin tekur sær eisini av heinta.fo, sum P/F Auto eigur og rekur.

Eginleikar hjá stjóranum í P/F Auto skula mynda nýhugsni og ágrýtni.

Felagið hevur fjølbroyttar ætlanir fyri framman, og arbeiðið er í gongd at flyta virksemi yvir á talgilda pallin. Stjórin má fyrisita hesa verkætlan. Vit vænta eisini, at okkara nýggi stjóri hevur viðkomandi útbúgving og/ella drúgvar leiðsluroyndir.

Bygnaðurin í P/F Auto er serligur, so stjórin má hava víðskygni, men samstundis vera avgjørdur, tá knappar avgerðir skula takast. Harumframt skal stjórin mynda ein jaligan hugburð, duga væl at vegleiða starvsfólkum, hava gott yvirlit og førleikar at stýra fíggjarligu viðurskiftum felagsins.

Vit meta, at talan er um eitt hálvtíðarstarv ella einar 25 tímar um vikuna. Løn sambært avtalu.

Umsókn
Tú sendir umsókn og CV sum skjótast til: auto@auto.fo og viðmerkir: umsókn, stjóri. Seinasta freist at søkja er 22. juni, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, og starvið sett sum skjótast.

Vilt tú vita meira um starvið, set teg í samband við Eigil Olsen, nevndarformann í P/F Auto, tlf. 211233.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna