Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tvøroyrar Kommuna
Lagt út: 20.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Arbeiðsformaður til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni.

Arbeiðsuppgávur

Undir leiðslu av teknisku deild fyriskipar og røkir arbeiðsformaðurin hesar uppgávur:

  • hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi og nýgerð av vegum, spillivatnleiðingum, vatnleiðingum, fríðkan av økjum, reinhaldi v.m. um hendi
  • hevur ábyrgdina av amboðum og maskinum.
  • luttekur í skráseting av vegum, vatn- og spillivatnleiðingum

Fakligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir við anleggsarbeiði. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv. Tú skalt hava koyrikort.

Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkjandi, fyrikomandi, hevur leiðsluroyndir og gongur undan í at menna tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast tilber og verður sett sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ragnar J. Guttesen, tekniskur leiðari, ragnar@tvoroyri.fo ella at venda sær til Teknisku Deild, tlf. 611085.

Umsóknir
Umsóknin við avriti av revsiváttan, avritum av møguligum viðmælum og prógvum, og upplýsing um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, FO 800 Tvøroyri ella tvoroyri@tvoroyri.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. oktober 2019 kl. 24.00, viðmerkt ”arbeiðsformaður til Tvøroyrar Kommunu”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.