Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.10.19
Umsóknarfreist: 05.11.19

Arbeiðsfólk til Vatnverkið

Tórshavnar kommuna søkir arbeiðsfólk til Vatnverkið. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum smærri grevstrararbeiðir.

FØRLEIKAKRØV
Vit vænta, at tú hevur koyrikort.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast tilber. Løn sambært sáttmála við arbeiðsmannafelagið.

Fyrstu tríggir mánaðarnir eru at rokna sum royndartíð.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Andreasen, vatnmeistara, telefon 254016, ella Viggo Christiansen, stovnsleiðara, telefon 302010 ella 214015.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og royndum, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 4. november 2019. Merkið umsóknina „Arbeiðsfólk til Vatnverkið“.

VATNVERKIÐ
Vatnverkið heldur til í Torfinsgøtu 21, og har starvast 9 mans: Vatnmeistari, 4 handverkarar og 4 arbeiðsfólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.