Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 12.02.20
Umsóknarfreist: 06.03.20

Arbeiðsfólk til Reinhaldið

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Reinhaldið hjá Tórshavnar Kommunu.

Arbeiðsøkið umfatar alt vanligt handligt arbeiði, so sum upptøku av óruddi í innara partinum av býnum, reinhald av áarristum, tøming av ruskíløtum, reinhald av busskýlum og annað fyrifallandi arbeiði.

Harafturat skal viðkomandi luttaka í vetrarhaldinum av gongubreytunum, har koyrt verður við smærri traktorum.

Tað er ein treyt, at viðkomandi í minsta lagi hevur B koyrikort.

Í Reinhaldinum verður arbeitt allar dagar í árinum. Viðkomandi skal tí rokna við at arbeiði í vikuskiftinum kann fyrikoma, harafturat um ólavsøkuna og aðrar høgtíðir.

Vit vænta at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta góða samstarvið høgt.

Hevur hetta tín áhuga kanst tú senda okkum eina umsókn.

SETANARVIÐURSKIFTI
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

UMSÓKN
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. mars 2020 klokkan 16. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast „Arbeiðsfólk til Reinhaldið“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á Rakstrarstøðini, á telefon 288658 ella 302010.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.