Sjálvgreiðslan
Skriva út
Alpha Travel
Lagt út: 07.10.21
Umsóknarfreist: 26.10.21

Alpha Travel leitar eftir ágrýtnum sølufólki

Alpha Travel er ein vinnulig ferðaskrivstova, við heimstaðið í Tórshavn, og avgreiðir ferðir fyri virkir, stovnar og skipafeløg, kring allan heim.

Arbeiði fevnir m.a. um:

  • Sølu, ráðgeving og kundatænastu
  • Bílegging av ferðaseðlum í Amadeus
  • Bílegging av hotellum, bilaleigu, ferðatryggingum o.s.fr.
  • Samskipan við okkara veitarar í Føroyum og útlondum

Vit vænta, at tú hevur hesar førleikar / neyðug førleikakrøv:

  • Ert áhugað/ur í sølu og kundatænastu
  • Tosar og skrivar Føroyskt, Danskt og Enskt
  • Onnur mál, serliga spanskt og íslendskt, er ein fyrimunur
  • Góðan teldukunnleika
  • Kunnleiki til Amadeus bókingarskipanina, er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Persónligir førleikar:

  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt
  • Tú ert smílandi, ágrýtin, fyrikomandi og lætt/ur av lyndi
  • Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir

Hjá Alpha Travel fært tú:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag, har vit altíð raðfesta, at
    geva tí bestu tænastuna
  • Eitt arbeiði har sjálvstøði og nýhugsan vera høgt mett.
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi í stórum og ljósum hølum.

Løn og treytir sambært avtalu.

Umsókn og C.V skal sendast við telduposti til: rds@alphatravel.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ritu D. Syderbø, tlf. 352911.

Umsóknarfreistin er týsdagin 26. oktober 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna