Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 27.04.21
Umsóknarfreist: 11.05.21

Almannaverkið søkir fulltrúa til Fakdeildina

Á Fakdeildini í Almannaverkinum er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja.

Um Fakdeildina
Fakdeildin er ein av fýra deildum í Fyrisitingini. Deildin ráðgevur í fakligum og løgfrøðiligum spurningum. Ein týðandi liður í arbeiðinum er at gera leiðbeiningar til lógir og tænastur og at samskipa hoyringssvar til lógaruppskot. Á deildini starvast fimm starvsfólk.

Um starvið
Talan er um fast starv, fulla tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi arbeiðir tú við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.
Tínar arbeiðsuppgávur verða at ráðgeva og leiðbeina leiðslu og starvsfólki í fakligum og løgfrøðiligum spurningum, at gera leiðbeiningar og frágreiðingar innan sosiala økið, at luttaka í viðgerð av lógaruppskotum og fyrispurningum og at viðgera kærumál.

Førleikakrøv
Hægri útbúgving sum t.d. samfelagsfrøðingur, løgfrøðingur ella sosiologur, ella meðallanga útbúgving sum t.d. sosialráðgevi við framhaldslestri.

Væntanir
Vit ímynda okkum, at tú hevur høgt fakligt støði og áhuga fyri sosiala økinum, dugir at arbeiða greinandi og hevur evni at varðveita yvirlitið, samstundis sum tú hevur hegni at fara í smálutir, tá ið tað krevst. Eisini hugsar tú í loysnum, hevur góð evni at samstarva og dugir at arbeiða í tilgongdum, har fleiri áhugamál og samstarvspartar skulu virka saman.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við arbeiði í eini politiskt stýrdari fyrisiting t.d. miðfyrisiting, almennum stovni ella kommunu. Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til sosiala økið.
Væntað verður, at tú hevur góðar førleikar at samskifta, bæði munnliga og skrivliga.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, fakliga og persónliga menning, eitt starv við avbjóðingum og góðar starvsfelagar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Fakdeildini í Fyrisitingini. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 11.05.2021 kl. 23.00.
Tú fært meiri at vita um starvið við at venda tær til Eyðvør Mortensen, deildarleiðara, á tlf. 347004.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna