Sjálvgreiðslan
Skriva út
Amnesty International Føroyar
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 08.11.21

AÐALSKRIVARI TIL AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR

Amnesty International er heimsins størsti mannarættindafelagsskapur, og nú leita vit eftir nýggjum aðalskrivara til deildina í Føroyum. Hetta er gylti møguleikin hjá tær, sum brennur fyri at betra um mannarættindastøðuna úti í heimi og heima í Føroyum.

UM STARVIÐ
Aðalskrivarin hjá Amnesty International Føroyum hevur evstu ábyrgdina av virkseminum og starvsfólkunum hjá felagsskapinum. Tað er uppgávan hjá aðalskrivaranum at fremja altjóða virkisætlanina hjá Amnesty International og málini, sum nevndin og skrivstovan seta sær fyri at røkka. Aðalskrivarin hevur eisini ábyrgdina av at skipa fyri átøkum og tiltøkum.

Harumframt fevnir starvið um nakað av undirvísing og upplýsing um mannarættindi umframt lobbyvirksemi og miðlaluttøku.

FØRLEIKAKRØV OG EGINLEIKAR
Aðalskrivarin skal 

  • hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgving og royndir,
  • megna at samskifta greitt og væl á føroyskum og enskum og ikki smæðast miðlar og at tala søkina hjá Amnesty International,
  • duga at hugsa politiskt strategiskt og vera diplomatiskur,
  • vera álitisvekjandi, sakligur og semjusøkjandi,
  • hava áræði og dirvi at ganga á odda og rópa hart umframt at leiða nevnd og aktivistar fram ímóti málinum,
  • vera áhaldin, hóast onnur steðga, tí at broytingar kunnu taka drúgva tíð,
  • og megna at hava fleiri bóltar í luftini í senn.

Víst verður eisini til starvs- og persónsprofilin, sí her

VIT BJÓÐA
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og meiningsgevandi starv, har tú ert við til at seta dagsskránna og betra um mannarættindastøðuna úti í heimi og heima í Føroyum. Uppgávurnar eru mangar og ymiskar, og stundum er arbeiðið krevjandi. Tú ert við á nevndarfundum, sum verða hildnir um kvøldarnar, og onkuntíð eru tiltøk og miðlaluttøka uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

LØN OG SETANARTREYTIR
Starvið er 40 tímar um vikuna. Lønin og setanartreytirnar eru samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum.

UMSÓKN
Umsóknir til starvið skula vera Amnesty í hendi í seinasta lagi 8. novembur 2021 kl. 12.

Umsóknir, CV og onnur viðkomandi skjøl skula sendast

Amnesty International Føroyar
J.H. Schrøtersgøta 7
100  Tórshavn

ella við telduposti til starv@amnesty.fo.

Viðmerk “Aðalskrivari til Amnesty International Føroyar”.

SAMBAND OG UPPLÝSINGAR
Áhugaðir umsøkjarar, sum vilja vita meira um starvið, kunnu seta seg í samband við Regin Berg, virkandi formann, á tlf. 581013 ella reginberg@gmail.com.

Vit vísa eisini til heimasíðuna www.amnesty.fo, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru at finna.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna