Sjálvgreiðslan
Skriva út
62N
Lagt út: 02.09.19
Umsóknarfreist: 22.09.19

2 Lærupláss hjá 62°N

62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virkisøki; ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel, bilaleiga og handling av flogførum á Vága floghavn.

Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi, og tí søkja vit nú eftir tveimum dugnaligum lærlingum – einum til søludeildina á 62°N travel, og einum at arbeiða innan føroyska ferðavinnu á 62°N incoming.

62°N travel | Sølu- og ferðaráðgevi Føroyingar ferðast meira enn nakrantíð, og møguleikarnir fyri at ferðast hava ongantíð verði so góðir, sum júst nú.

Tí hevur okkara Travel søludeild, ið skipar fyri frítíðarferðum út í heim, tørv á einum dugnaligum søluráðgeva aftrat.

Uppgávurnar fevna m.a. um

  • Ráðgeving í ferðamálum
  • Avgreiðslu av flogferðaseðlum
  • Hotell- og bilaleigu bíleggingar í samband við ferðina
  • Charter bíleggingar
  • Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
  • Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni

Vit vænta at umsøkjarin

  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta 
  • Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
  • Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving

Talan er um eitt lærupláss til fulla tíð, við starvsetan skjótast møguligt.

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Lindu K. Í Hjøllum, deildarleiðara, á tlf. 73 35 55 ella á linda@62n.fo

62°N incoming | Sølu- og ferðaráðgevi

Áhugin fyri Føroyum sum ferðamál er alsamt vaksandi, og hetta merkist við øktum virksemi á 62°N.

Tí leitar okkara incoming deild, sum skipar ferðir til, og í Føroyum, eftir einum nýggjum starvsfelaga, sum hevur hollan kunnleika til Føroyar sum ferðafólkaland og brennur fyri at veita eina góða tænastu.

Sum lærlingur á 62°N incoming, sleppur tú at royna teg víða innan ferðavinnuøkið og fært ein fjøltáttaðan arbeiðsdag.

Starvið fevnir um alt frá avgreiðslu av innkomnum fyrispurningum og samskifti við okkara útlendsku samstarvsfelagar, menning og søla av tilboðum til einstaklingar og bólkar, bílegging av tænastum og upplivingum, og ikki minst at tryggja, at hesar verða gjøgnumførdar til fulnar.

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at fáast við altjóða samskifti
  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
  • Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Hevur kunnleika til, og áhuga fyri Føroyum sum ferðafólkaland
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving
  • Hevur góðan málkunnleika, og dugir væl, sum minimum, at samskifta á donskum og enskum

Talan er um eitt lærupláss til fulla tíð, við starvsetan um hálvan novembur ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um incoming læruplássið, við at venda sær til Hildur Durhuus, deildarleiðara, á tlf. 73 35 04 ella á hildur@62n.fo

Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo.

Umsóknarfreistin er 22. septembur 2019.

Viðmerk umsóknina “travel” ella “incoming”, alt eftir hvat av størvunum tú søkir.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.