Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 09.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Tveir bilførarar til stóran bil

Koyrideildin á Posta søkir eftir tveimum bilførarum við stórum koyrikorti. Talan er um størv við skiftandi arbeiðstíðum. Starvstaðið er í Havn, men koyrt verður um alt landið.

Gerandisdagurin á koyrideildini er ferðmikil og spennandi.

  • Um teg
    Tú ert kundavinalig/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu.
  • Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi.
  • Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis.
  • Starvsroyndir sum bil- og trukkførari eru ein fyrimunur.

Krøv

  • Tú hevur stóra koyrikortið.
  • Koyrikort til trukk er ein fyrimunur.
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
  • Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru ein fyrimunur.

Talan er um fulltíðarstørv.

Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið.

Spurningar
Spurningar um størvini kunnu setast Jónhardi Johannesen, leiðara á koyrideildini, á tlf. 236020 ella við telduposti til jonhard@posta.fo.

Umsókn
Umsókn skal sendast til: jonhard@posta.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. juni. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Áhugað verða tí biðin um at senda umsókn sum skjótast.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna