Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tjaldurs Apotek
Lagt út: 07.11.19
Umsóknarfreist: 23.11.19

Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til okkara koyritoymi

Søkt verður eftir starvsfólki til okkara koyritoymi, sum er ein partur av logistikkdeildini á Tjaldurs Apoteki, at byrja 16. des. ella so skjótt sum gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum í fyrstu atløgu er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

Ábyrgdarøkir:
Sum partur av koyritoyminum syrgir tú fyri vøruflutninginum. Tú koyrir ordrar til m.a. Landssjúkrahúsið, Framleiðslueindina og Fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum, okkara deild í Steinatúni, kommunulæknar, djóralæknar, bústovnar og ellis- og røktarheim.

Harumframt arbeiðir tú í vørumóttøkuni. Tú hjálpir við at fáa vøruna inn, tekur m.a. ímóti pakkum, pakkar ordrar, pakkar plattar, syrgir fyri at halda garasju og kjallara ruddilig og hjálpir starvsfólkunum í kjallaranum, tá tørvar er á tí; umframt annað fyrifallandi arbeiði. Fyrivarni skal takast fyri broytingum í starvinum.

Tínir førleikar:

  • Tú ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd.
  • Tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og arbeiðir sjálvstøðugt.
  • Tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi.
  • Tú hevur koyrikort til persónbil.
  • Tú hevur nøkulunda góðar telduførleikar.
  • Tú ert likamliga væl fyri til tey tungu tøkini.

Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur 2.

Vilt tú vita meir?
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikk, á tlf. 341149 ella senda ein teldupost til elinm@apotek.fo.

Umsókn:
Skrivlig umsókn (við avriti av møguligum prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir) skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 23. nov. 2019. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til elinm@apotek.fo.

Tjaldurs Apotek
R.C.Effersøesgøta 31
Fo - 100 Tórshavn
www.apotek.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.