Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 05.02.20
Umsóknarfreist: 21.02.20

Maskinførari til grótbrotið í Porkeri

Landsverk søkir eftir maskinførara til grót- og skervverkið í Porkeri.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- at luttaka í dagligu framleiðsluni, herundir hava eftirlit við maskinútbúnaði, sum er í rakstri, og leypandi vera við í arbeiðinum at tryggja støðuga framleiðslu
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- at koyra entreprenørmaskinur

Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Roknast má við ávísum arbeiði í vegahaldinum, arbeiði í skervframleiðsluni norðanfjørðs partar av árinum. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2020.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, formann á tlf. 290 703 ella tejo@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.
Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.