Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F ArtiCon
Lagt út: 09.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Førari til pumpubil

Vit leita eftir førara til ein av okkara pumpubilum.Sum pumpuførari kemur tú at hava eina týðandi uppgávu í byggivinnuni. Tú kemur at luttaka í stórum og spennandi byggiuppgávum í øllum landinum.

Arbeiðsøki
Tú kemur at koyra pumpubil og veita betong til okkara egnu verkætlanir, aðrar byggifyritøkur og til privata marknaðin.

 Vit vænta, at tú

  • ert arbeiðssamur/-som
  • ert røkin og nærlagdur/løgd
  • ert álítandi
  • ert fleksibul
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Tað er ein fyrimunur at hava royndir sum pumpu- ella kranførari men ikki eitt krav. Tú hevur koyrikort (C).

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð.
  • Førleikamenning

Lønin og setanartreytir
Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúna Klementsen á telefon 216609.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2021. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna