- Øll Størv (98)
- Byggivirksemi (1)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (4)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (17)
- Gistihús og matstovur (7)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (42)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (4)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (4)
Fastløntur maskinførari til Eysturoy
Fastløntur maskinførari til Eysturoy
Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførara til Eysturoy at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.
Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.
At umsøkjarin hevur kranaloyvi D og royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið og við at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.
Setanarviðurskifti
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði.
Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 5 á morgni í Eysturoynni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í vetrarhálvuni.
Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum gjøgnum okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. mars 2021.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella við t-posti til arja@lv.fo.