Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 30.10.19
Umsóknarfreist: 18.11.19

Bilførari til Endurnýtsluna á Hjalla

Kommunala Brennistøðin søkir eftir bilførara til Endurnýtsluna á Hjalla, ið er móttøkupláss fyri burturkasti í Tórshavnar kommunu.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR SUM BILFØRARI ERU Í HØVUÐSHEITUM:
• Flutningur av bingjum og burturkasti, herundir viging og skráseting av nøgdum
• Røkt av bili, øki og útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
• Luttaka í rakstrinum av Endurnýtsluni, herundir avgreiða og vegleiða viðskiftafólk
• Arðar uppgávur á Kommunualu Brennistøðini

FØRLEIKAR
Vit ynskja, at tú:

• hevur koyrikort (C)
• viðkomandi royndir
• telduførleika á brúkarastøði

Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/-ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast tilber sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40-50 tímar pr. viku samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at skula arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita við at venda sær til John Erik Hansen, Stovnsleiðara, teldupost adressa johnerik@torshavn.fo ella á telefon 590979.

UMSÓKN
Skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk „Bilførari til Endurnýtsluna“ í teldupostinum.

Umsóknarfreistin er hósdagin 18. november 2019.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.