Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 27.11.19
Umsóknarfreist: 16.12.19

Bilførarar til Posta

Koyrideildin á Posta søkir bilførarar til stóran bil. Talan er um tvey størv við skiftandi arbeiðstíðum, har koyrt verður í Tórshavn. Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk. Gerandisdagurin á koyrideildini er ferðmikil og spennandi.

Um teg
Tú ert kundavinalig/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Starvsroyndir sum bil- og trukkførari eru ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini megnar tú at lyfta sjálvstøðugt.

Krøv
• Tú hevur stóra koyrikortið.
• Koyrikort til trukk er ein fyrimunur.
• Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
• Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru einfyrimunur.

Talan er um tvey fulltíðarstørv. Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Størvini verða sett í januar 2020.

Umsóknir
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 16.12.2019.
Umsókn skal sendast til:

Posta
Att.: Koyrideildin
Óðinshædd 2
100 Tórshavn

Spurningar
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jónhard Johannesen, leiðara á koyrideildini, á tlf. 236020 ella umvegis teldupost til jonhard@posta.fo.
________________________________________________________________________________________

Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 114 mkr og virksemi kring alt landið. Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.