Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 06.10.21
Umsóknarfreist: 25.10.21

Stýrimaður til "Hans á Bakka"

Ert tú áhugað/ur í einum kjansi sum stýrimaður við brunnbátinum ”Hans á Bakka”, so ert tú kanska tann, vit leita eftir. Sum stýrimaður við ”Hans á Bakka” gerst tú partur av manningini á brunnbáti í einari spennandi vinnu, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

”Hans á Bakka” er 75,8 m langur og 16 m breiður – til støddar 3.560 BT við eini framtøkumegi upp á 2.998kW. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m³ og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi.

Vit sóknast eftir einum stýrimanni við hesum førleikum:

  • Sjóvinnubræv sum skipsførari STCW-reg. II/2
  • Sjóvinnubræv sum radiopassari innan GOC/GMDSS
  • ECDIS & AIS
  • ARPA
  • Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
  • Heilsuprógv & Trygdarskeið
  • Skeið í medisinskari 1. Hjálp
  • § 16-skeið í arbeiðsumhvørvi
  • SSO-skeið

Vangamynd
Tú hevur útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til øll galdandi krøv í sambandi við rakstur av brunnbáti og royndir frá rakstri av brunnbáti.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.

Vit bjóða
Talan er um áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um starv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu og galdandi kollektivum sáttmála. Vanliga mynstringartíðin er 3 vikur úti og 3 vikur heima.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 25. oktober 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna