Sjálvgreiðslan
Skriva út
Strandfaraskip Landsins
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Strandfaraskip Landsins sóknast eftir náttarvakt til Teistan

Søkt verður eftir eini náttarvakt til Strandfaraskip Landsins at seta í starv 1. juli 2020. Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðstíðin umborð á Teistanum er eina viku umborð og eina viku frí. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, sum tú starvast á. Tað vil siga, at arbeiðstíðin er um kvøldið, tá Teistin er liðugur við dagsins ferðaætlan til næsta morgun, tá siglingin byrjar aftur.

Farleiðin hjá Teistanum er Skopun-Gomlurætt, og skipið liggur í Skopun um náttina.

Starvið
Náttarvaktin umborð á Teistanum, hevur ábyrgd av, at trygdin á skipinum er í hásæti, og at trygdin er í lagi alla náttina. Hetta kann millum annað verða at hava eftirlit við alarmum, lekum og at lata portrið aftur til ásetta tíð. Um nakað er áfatt hevur tú ábyrgd av at boða frá. Og tað er heilt víst, at manningin hevði dámt væl, at fingið ein góðan kaffimunn, tá ið teir/tey vakna.

Sum náttarvakt vænta vit, at tú:

  • Ert álítandi og ábyrdarfull/ur
  • Ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
  • Ert skipað/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góðan røkjuskap
  • Dugir væl at samskifta og samstarva
  • Fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur maritimar royndir.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag, vísandi til § 17 “Vaktarmenn á skipum”.

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møguligum viðmæli skulu sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á t-post eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. mai 2019 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo. 

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum. Endamálið hjá SSL er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var umleið 1,2 milliónir. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til eini 120 ársverk.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.