Sjálvgreiðslan
Skriva út
Strandfaraskip Landsins
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 28.05.20

Strandfaraskip Landsins sóknast eftir 1. meistara til Teistan

Søkt verður eftir einum ágrýtnum 1. meistara til Strandfaraskip Landsins at byrja í starvið 1. juni 2020. Tú byrjar umborð á Teistanum, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipið, ið tú ert settur umborð á. Dagliga farleiðin hjá Teistanum er Gomlurætt - Skopun - Hest. Arbeiðstíðin umborð er 11 dagar umborð og 10 dagar frí. Umstøður eru at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur eru:

  • At hava eftirlit og viðlíkahald av maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
  • Tryggja at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Sum 1. meistari vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • STCW áteknað vinnubræv sum skipsmaskinist á 1. stig ella hægri
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið, STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, STCW A-VI/1-2, A-VI/1-3
  • Fast Rescue Boats (FRB)
  • Medisinsk fyrstahjálp, STCW VI/4-1

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur Crowd and Crisis Management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3, §16 skeið, bátaføraraskeið og MES skeið.

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Starvið verður lønt við lønarbrøkinum 0,958 í lønarflokki 4. 

Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-post eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Stílað: Eyðhild Jacobsen
Sjógøta 5
Postboks 30
FO-810 Tvøroyri

Umsóknarfreistin er hósdagin 28. mai 2020 kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo.

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum. Endamálið hjá SSL er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var umleið 1,2 milliónir. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til eini 120 ársverk.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.