Sjálvgreiðslan
Skriva út
Strandfaraskip Landsins
Lagt út: 25.06.20
Umsóknarfreist: 09.07.20

Strandfaraskip Landsins søkir skipara til Hasfjord

Søkt verður eftir einum skipara til Strandfaraskip Landsins at seta í fulltíðarstarv skjótast gjørligt. Tú byrjar umborð á Hasfjord, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá SSL, sum fyriskipað av leiðsluni. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Hasfjord er dagliga farleiðin Gamlarætt-Skopun. Arbeiðstíðin umborð er týsdag-fríggjadag, sum svarar til 45,5 tímar um vikuna. Umstøður eru at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur eru, at:
• Virka sum ovasti trygdarleiðari, har tú tryggjar eitt tætt samstarv millum allar eindir umborð
• Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og tryggja trygdina hjá hvørjum einstøkum umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir
• Verða partur av skipsleiðsluni, har miðja verður ímóti einum skilagóðum rakstri í samstarvi við reiðarí, og áhaldandi arbeiða við at betra fyriskipanir og mannagongdir
• Leypandi at menna og dagføra viðlíkahaldsskipanina Pre-Master
• Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar í landinum

Sum skipari vænta vit, í minsta lagi, at tú hevur:
• Útbúgving sum skipari
• Sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum STCW reg. II/3
• Hollar førleikar til havnamanørvrir. Hasfjord er eitt sokallað eitt-skrúvuskip við bógskrúvu
• GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)
• Heilsuváttan (Bláu bók)
• Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
• Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Útbúgving sum sjúkraviðgeri

Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur Crowd and Crisis prógv.

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Starvið er lønt í lønarflokki 6.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á t-post eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
FO-810 Tvøroyri

Umsóknarfreistin er hósdagin 9. juli 2020 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum. Endamálið hjá SSL er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var umleið 1,2 milliónir. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til eini 120 ársverk.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.