Sjálvgreiðslan
Skriva út
Strandfaraskip Landsins
Lagt út: 20.11.20
Umsóknarfreist: 04.12.20

Strandfaraskip Landsins søkir 3. meistara til Smyril

Søkt verður eftir einum ágrýtnum 3. meistara til Strandfaraskip Landsins (SSL) at seta í fast starv 1. januar 2020 umframt einum 3. meistara, sum er tíðaravmarkað frá 1. desember 2020 fram til 1. august 2021.

Tú kemur at starvast umborð á Smyrli, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá SSL, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Smyrli er farleiðin Tvøroyri-Tórshavn. Arbeiðstíðin umborð á Smyrli er eina viku umborð og eina viku frí.

Umstøður eru at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur er:

  • At hava eftirlit og viðlíkahald av maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð
  • Tryggja at øll lógar- og fyriliggjandi krøv verða fylgd
  • Fremja viðlíkahald sambært viðlíkahaldsskipanini
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum í samstarvið við 1. og 2. meistara
  • Tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingar frá maskinstjóra
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Sum 3. meistari vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum maskinmeistari ella maskinistur
  • Sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður – STCW reg. III/1 ella hægri
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur Crowd and Crisis Management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3, Bátaføraraskeið, Skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2 og skeið í rýmingarskipan (MES).

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Starvið er lønt í lønarflokki 4 og lønarbrøki 1,0.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á teldupost eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postrúm 30
FO-810 Tvøroyri

Viðmerkjast skal hvørjum starvi tú ert áhugaður í. Til dømis bert føstum, bert avloysara ella báðum størvum.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. desembur 2020 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Hera Nolsøe á tlf. +298 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo.

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum. Endamálið hjá SSL er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2019 var umleið 1,2 milliónir. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til eini 120 ársverk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna