Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vørn MRCC
Lagt út: 20.07.20
Umsóknarfreist: 15.08.20

Fulltiknir dekkarar til Vørn

Tvey størv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys.

Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5. Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð. Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  15. august 2020 kl. 12.00. Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna