Sjálvgreiðslan
Skriva út
Havstovan
Lagt út: 13.05.20
Umsóknarfreist: 02.06.20

Skipari til Jákup Sverra

Søkt verður eftir skipara til nýggja havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” at byrja skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.
  • Hevur høvuðsábyrgdina umborð at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM-skipanin og góðskuskipan, reinføri o.l. í sambandi við dagliga virksemið umborð.
  • Skal seta seg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiðir eftir.
  • Skal arbeiða í tøttum samstarvi við “túrleiðaran” á Havstovuni fyri hvønn túr.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skipsførara útbúgving.
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Galdandi prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri og onnur viðkomandi skeið.
  • Góðan førleika at samskifta.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Stórur dentur verður lagdur á at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum.

Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er skipari.

Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV og avrit av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 2. juni 2020. 

Umsóknin skal sendast til:

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn

ella teldupost: hav@hav.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara (erlingl@hav.fo, tlf. 35 39 00).

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.