Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tjóðsavnið
Lagt út: 16.03.20
Umsóknarfreist: 06.04.20

Tjóðsavnið søkir eftir handverkara við serligum áhuga fyri gomlum føroyskum húsasmíði

Tjóðsavnið søkir eftir savnshandverkara at seta í starv frá 1. juni 2020 ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið hoyrir undir Bygningadeildina á Tjóðsavninum og høvuðsuppgávan er at røkja søguligu bygningar Tjóðsavnsins, men týðandi partur av starvinum er eisini at samstarva við hinar deildirnar tvørtur um fakmørk.

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum og gevandi avbjóðingum og góðum møguleikum fyri eftirútbúgving.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • viðlíkahalda, umvæla og restaurera friðaðu og søguligu bygningar savnsins
  • skipa handverkaraarbeiðið
  • viðlíkahalda ávísar toftir, garðløg og gøtur
  • savna vitan innan arbeiðsøkið og miðla hesa til komandi ættarlið innanfyri og uttanfyri savnið
  • vera við til at menna upplæring og skeið fyri lærlingum og handverkarum innan gamalt handverk
  • taka lut í tvørfakligum verkætlanum og gera annað fyrifallandi savnsarbeiði

Vit vænta, at tú hevur:

  • handverkaraútbúgving
  • serligan áhuga fyri føroyskum handverki og byggisøgu
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin
  • góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
  • góð evni at skipa fyri
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og spennandi starv, har samstarvað verður við øll starvsfólk stovnsins. Eitt starv har tú fært møguleika at arbeiða í toymi, við egnum hugskotum og við bundnum uppgávum.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Postrúm 1155
110 Tórshavn

ella til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. apríl 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.