Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f Eysturlon
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 31.05.20

Timburmenn/bygningssnikkarar til Eysturlon

Vilt tú vera okkara nýggi starvsfelagi?
Vit hava økt virksemi, og vit søkja tí eftir timburmonnum og bygningssnikkarum at byrja skjótast gjørligt.

Krøv og væntanir til umsøkjaran: tú hevur viðkomandi útbúgving innan handverk. Tú leggur æru í at gera eitt væl úr hondum greitt handverk, tú ert virkin, jaligur og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og ein vælskipaðan arbeiðsdag í toymum. Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólkini, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði. Løn sambært avtalu.

Byggifyritøkan Eysturlon, bleiv stovnað í 1982, og í dag starvast um 40 starvsfólk hjá okkum. Vit arbeiða á fleiri byggiplássum í Havn og á Streymoynni, so møguleiki verður at royna ymsar arbeiðsuppgávur innan timburhandverki.

Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jógvan Hans Østerø (stjóri) á tel. 284256.

Umsókn skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo ella á postadressu: Eysturlon, Smyrilsvegur 3, 100 Tórshavn.
Vit viðgera umsóknirnar, so hvørt tær koma inn – søk tí beinanvegin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.