Sjálvgreiðslan
Skriva út
SP/F Heinesen
Lagt út: 30.07.20
Umsóknarfreist: 13.08.20

Søkt verður eftir timburmanni

Heinesen Sp/f søkir eftir røskum og dugnaligum timburmanni - kvinnu ella manni - at byrja 10. august ella eftir avtalu.

Heinesen Sp/f er lítil handverkarafyritøka við 4 fólkum í starvi, harav 3 timbursveinar. Okkara uppgávur eru fyri tað mesta umvælingar, nýbyggingar og annað vanligt timburarbeiði. Vit arbeiða mest í Eysturoy og í Havn.

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiði, har dentur verður lagdur á dygd, trygd og trivnað.

Løn sambært avtalu.

Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhan Heinesen, tlf 210350. Vinaliga send umsókn til johan@heinesenhandverk.fo.

Starvið verður sett skjótast tilber.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna