Sjálvgreiðslan
Skriva út
GRANT
Lagt út: 08.10.19
Umsóknarfreist: 26.10.19

P/F GRANT søkir 5 handverkarar/arbeiðsfólk

Sum ein liður í at menna starvsfólkahópin søkir GRANT eftir fólki til niðanfyri standandi uppgávur og arbeiðsstøð.

Til framleiðslu okkara í Vatnsoyrum søkja vit eftir einum álítandi og røskum fólki til fulltíðarstarv. Snikkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Til framleiðslu okkara í Miðvági søkja vit eftir einum álítandi og røskum fólki til fulltíðarstarv. Handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Til framleiðslu okkara á Rituvíkshálsi søkja vit eftir einum álítandi og røskum fólki til fulltíðarstarv.

Til ísetanartoymi hjá Grant søkja vit eftir tveimum fólkum til fulltíðarstarv. Arbeiðsstaði er allar Føroyar. Handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða Hansen á tlf 290001. Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til frodi@grant.fo.

Løn sambært avtalu.

Størvini verða sett so hvørt skikkaðar umsóknir koma inn.

P/F Grant er nýggja navnið hjá feløgunum P/F Aluplast og P/F HDYGD.

P/F Grant framleiðir vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium.
Umframt hetta hava vit montørtoymir at seta bæði vindeygu, hurðar og fasadur upp.

P/F Grant er einasti føroyski framleiðarin av aluminiumfasadum, hurðum og vindeygum úr PVC, træ og aluminium.

Hjá samtakinum starvast í løtuni 50 starvsfólk.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.