Sjálvgreiðslan
Skriva út
GRANT
Lagt út: 19.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Har gott fólk er, kemur gott fólk til

Hjá Grant er nógv at gera. Tí sóknast vit eftir nýggjum starvsfeløgum
Vit søkja eftir handverkarum ella øðrum, sum hava gott handalag og hava hug at arbeiða. Tú kanst eisini sleppa í læru sum vaksin
lærlingur. Sí aðra Lýsing á www.grant.fo. Hjá GRANT gerst tú partur av einum fakliga dugnaligum toymi, sum loysir fjølbroyttar
uppgávur.

Vit arbeiða um alt landið í einum góðum og mennandi umhvørvi
Vit hava framleiðslur við timbri í Vatnsoyrum, plast í Miðvági og aluminium á Rituvíkshálsi. Haraftrat hava vit tvey toymir, sum seta vindeygu, hurðar og alufasadur upp kring landið. Starvsfólk, sum gera umvælingar og ábøtur, eru eisini á ferð kring landið. Vit hava egin sølustøð í Klaksvík, í Hoyvík og í Vatnsoyrum. Okkara umsiting er staðsett í Vatnsoyrum.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær
Ynskir tú at vita meira um virkið ella størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða Hansen, rakstrarleiðara á tlf 290001. Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til frodi@grant.fo. Send umsókn áðrenn tann 1. juni kl 12.00.


P/F GRANT framleiðir vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium. Umframt framleiðslu, so hava vit montørtoymir at seta bæði
vindeygu, hurðar og fasadur upp. P/F GRANT er einasti føroyski framleiðarin av aluminiumfasadum, hurðum og vindeygum úr PVC, træ og aluminium.
Vit eru eitt føroyskt virki við yvir 50 ára søgu. Í felagnum starvast í løtuni flleiri enn 50 fólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.