Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 03.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

Handverkari til smiðjuna í Kollafirði

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara til smiðjuna í Kollafirði at byrja skjótast tilber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum og øðrum, umframt annað arbeiði í smiðjuni. Eisini kann roknast við, at tú kemur at hjálpa til á vetrarhaldinum á Miðøkinum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi.

Tað er ein treyt at tú hevur vanliga koyrikortið. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samsvarandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. tó kann roknast við nakað av yvirtíðararbeiði.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 20. oktober 2019. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, formann á tlf. 290 751 ella á teldupost mabe@lv.fo.   

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.