Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F ArtiCon
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 25.05.20

Handverkarar til timburarbeiði hjá Articon

Vit søkja eftir handverkarum til timburarbeiði at byrja, skjótast gjørligt.
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum.

Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari
• hevur royndir frá timburarbeiði
• ert arbeiðssamur/-som
• ert røkin
• ert álítandi
• hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:
• Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
• Nútímans útgerð.
• Eina spennandi yrkisleið
• Persónliga og fakliga førleikamenning

Lønin og setanartreytir:
Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita:
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jógvan G. Müller, deildarleiðari, á tlf. 286141.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo. Freistin at søkja starvið er 25. mai 2020.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.