Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Jarðhiti
Lagt út: 23.07.20
Umsóknarfreist: 20.08.20

Fólk at bora hol til Jarðhita

P/F Jarðhiti søkir eftir fólki at bora hol til jarðhita í sambandi við økta virksemið hjá felagnum.

Talan er um starv, har arbeitt verður sjálvstøðugt og saman við øðrum. Royndir innan entreprenørarbeiði, eitt nú sum borari ella førari av lastbili, gravimaskinu og gravkúgv, er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit skipa fyri upplæring.

Setanarviðurskifti
Starvið verða sett eftir nærri avtalu. Er talan um rætta fólkið, ber eisini til at bíða til viðkomandi er tøkur. Lønin er eftir avtalu.

Umsóknir
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til jardhiti@jardhiti.fo í seinasta lagi. 20. august 2020.

Eru spurningar um størvini, kann ringjast til Gunnvaldur Lützen á telefon 278400.

Um P/F Jarðhita
P/F Jarðhiti varð stovnað í 2014. Felagið arbeiðir fyrst og fremst við at bora hol til jarðhita, men ger eisini aðrar smærri boriuppgávur.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna