Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Arbeiðsfólk til vegadeildina


Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum arbeiðsfólkum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðvíkahald av vegum­, gongubreytum, vatnveiting, kaðalgrevstri, fríðkanararbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikakrøv
Sum persónur ert tú arbeiðssom/samur, forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvshugað/ur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verkað við teimum fjølbroyttu uppgávunum á Vegadeildini. Útbúgving er ikki eitt krav, men kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðarafelag ella Klaksvíkar handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast til klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, FO-710. Mrk. Arbeiðsfólk til Vegadeildina. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristoffur Olsen, leiðara á Kloakk- og Vegadeildini, á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.