Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 07.02.20
Umsóknarfreist: 28.02.20

Arbeiðsfólk til grótbrotið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til Grótbrotið at byrja 1. apríl 2020

Arbeiðsuppgávur
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við leiðaranum í Grótbrotinum, at halda økið væl skipað, so at innkeyp, søla og útflýggjan av gróti og øðrum tilfari, sum hoyrir einum grótbrotið til, er nøktandi. Harumframt kunnu aðrar fyrifallandi uppgávur fyrikoma.

Førleikakrøv
Í starvinum leggja vit dent á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til vinnu og borgarar í Klaksvíkar kommunu. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við stórum maskinum, sum verða nýttar til tílíkt arbeiðið.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til aksalp@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, 710 Klaksvík. Mrk. Arbeiðsfólk til grótbrotið.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Aksal Petersen, leiðara í Grótbrotinum, á tel. 228280. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. februar kl. 12.00.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.