Sjálvgreiðslan

Starvsfólk

Serliga korona-skipanin fevnir um starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevarum.

Starvsfólk hjá partafeløgum og smápartafeløgum har landið eigur part ella allan partapeningin, eru eisini fevnd av hesi skipanini.

Starvsfólk hjá landi og kommunum eru ikki fevnd av skipanini og hava tí ikki rætt til útgjald sambært hesi skipan.

Tín arbeiðsgevari meldar teg inn í ALS. ALS viðger umsóknina og sendir tær eitt játtanarskriv um lønarískoyti.

Treytir

Treytirnar fyri at starvsfólk hevur rætt til lønarískoyti sambært serligu korona-skipanini eru:

  • at starvsfólkið er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum
  • at starvsfólkið framvegis er i starvi hjá hesum arbeiðsgevaranum. Tað merkir, at starvsfólkið ikki er sagt úr starvi
  • at arbeiðsgevari hevur sent starvsfólkið heim – fult ella partvíst
  • at orsøkin til, at starvsfólkið er sent heim, er avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst
  • at starvsfólkið ikki er sjúkrameldað.
  • at starvsfólkið ikki er sett ella mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19
  • at starvsfólkið hevur fylt 16 ár men ikki 67 ár
  • at starvsfólkið hevur bústað í Føroyum
Frá nær?

Starvsfólkið hevur rætt til lønarískoyti sambært hesi skipan frá 12. mars 2020 og annars frá tí degi, at starvsfólkið er sent heim, og at orsøkin er avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst.

Tú fært eitt játtanarskriv frá ALS, tá ið umsóknin hjá tær er avgreidd. Her sært tú m.a. støddina av lønarískoytinum, sum tú fær útgoldið 14. hvønn dag, umframt neyvari vegleiðing um tínar skyldur.

Hvussu nógv fái eg útgoldið í lønarískoyti?

Lønarískoytið er í mesta lagi í miðal 20.000 krónur um mánaðin. Útgoldna upphæddin kann skifta alt eftir, hvussu nógvir dagar eru í einum mánað.

Lønarískoytið verður goldið í lutfalli til, hvussu nógv ein arbeiðir niðursetta tíð.

Dømi:

  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður send til hús og als ikki arbeiðir nú, so fært tú fult útgjald frá ALS, sum er í miðal 20.000 krónur um mánaðin.
  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir hálva tíð, so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og helvtina av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:

30.000 x 0,5 = 15.000 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,5 = 10.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 25.000 krónur um mánaðin.

  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir 25% av fullari tíð, so fært tú fjórðingin av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og 75% av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:

30.000 x 0,25 = 7.500 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,75 = 15.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 22.500 krónur um mánaðin.

  • Hevur tú verið í starvi hálva tíð og verður sendur til hús, men arbeiðir helvtina av tíðini, tú arbeiddi áðrenn, tú var send til hús (altso 25% av fullari tíð), so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og25% av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 20 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi hálva tíð, so fært tú:

20.000 x 0, 5 = 10.000 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,25 = 5.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 15.000 krónur um mánaðin.

Mótrokning av aðrari inntøku

Lønarískoytið frá ALS verður skert við øðrum A-inntøkum, sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðnum.

Lønarískoytið frá ALS kann verða skert við øðrum A-inntøkum frá arbeiði, sum tú ikki hevði, tá tú var heimsend/ur av arbeiðsgevaranum hjá tær, og sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðnum.

Slíkar inntøkur skulu skjótast til ber upplýsast fyri ALS, og tær kunnu so verða mótroknaðar í næsta útgjaldinum.

Hetta er galdandi fyri allar “nýggjar” inntøkur frá arbeiði, sum tú ikki hevði, tá tú var send heim.

Aðrar inntøkur, sum tú longu hevði, tá tú var send/ur heim, verða ikki mótroknaðar áðrenn 20. apríl. Frá 20. apríl komu hesar reglar um mótrokning í gildi:

"§ 5. Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.

Stk. 2. Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 27.000 krónur um mánaðin.

Stk. 3. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.

Stk. 4. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 21 fer upp um 37.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.

Stk. 5. Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 32.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.

Stk. 6. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum."

Eru broytingar í inntøkuni hjá tær frá verandi arbeiðsgevara, eigur tú at siga ALS frá hesum alt fyri eitt.

Letur tú ALS skeivar upplýsingar ella tegir um umstøður av týdningi fyri rættindi hjá tær til lønarískoyti, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar antin frá tær. Tú kanst somuleiðis verða revsað/-ur við sekt ella hefti í slíkum førum.

Sjúka og sjúkradagpengar

Hevur ella fært tú rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skalt tú alt fyri eitt boða ALS frá hesum.

Er tú sett í sóttarhald, ella verður tær mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19, hevur tú ikki rætt til lønarískoyti sambært hesi skipan, og skalt boða ALS frá tí alt fyri eitt.

Hevur tú rætt til sjúkradagpengar, hevur tú ikki samstundis rætt til lønarískoyti frá ALS sambært hesi skipan.

Nær verður lønarískoytið útgoldið?

Lønarískoytið verður útgoldið 14. hvønn dag, og verður vanliga útgoldið annan hvønn týsdag, samstundis sum vanligi arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin. Lønarískoytið verður flutt á kontu í peningastovnunum.

Í ALS-kalendaranum sært tú, nær vanligi arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin.

Hvussu leingi?

Hendan serskipan er galdandi, so leingi starvsfólkið er heimsent vegna COVID-19 og annars fram til 30. juni. 2020.

Lærlingar

Lærlingar og onnur undir útbúgving sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar koma eisini undir korona-skipanina, men lønarískoytið, hesi hava rætt til, er í mesta lagi tann løn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmála.

Skyldu at fara til arbeiðis

Starvsfólkið hevur skyldu til at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans.

Fleiri arbeiðsgevarar

Tað eru fleiri, sum hava fleiri arbeiðsgevarar.

Summi eru send heim av báðum arbeiðsgevarunum og hava tá rætt til lønarískoyti fyri bæði størvini í lutfalli eftir, hvussu nógv verður arbeitt í mun til fulla tíð.

Onnur eru bert send heim av øðrum arbeiðsgevaranum og arbeiða framhaldandi fyri hin arbeiðsgevaran. Í teimum førum fært tú vanliga løn frá arbeiðsgevaranum, tú framhaldandi arbeiðir fyri, meðan tú hevur rætt til lønarískoyti fyri arbeiðið, har tú er send heim. Lønarískoytið veðrur tá útgoldið í mun til lutfallið av starvinum, tú ert heimsend – í mun til fulla tíð.

Pensjónistar

Pensjónistar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, eru eisini fevndir av serligu koronaskipanini.

Mannagongdin i sambandi við umsóknir er tann sama sum hjá øðrum starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðnum – arbeiðsgevarin fyllir umsóknarblaðið út og sendir tað til ALS. Umsóknarblaðið er tað sama sum arbeiðsgevarin annars nýtir til starvsfólk, ið eru fevnd av korona-skipanini

Kunngerð
um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19