
18.06.2020
Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku
Mint verður á at siga okkum, hvør inntøkan hjá tær hevur verið í útgjaldsskeiði 12 – tað er frá 1. juni til og við 14. juni. Hetta er bert galdandi, um tú hevur arbeitt hjá øðrum arbeiðsgevara enn honum, sum hevur sent teg heim vegna korona-smittuna.
Okkum tørvar at vita upphæddina, tú hevur vunnið rætt til, og v-talið hjá arbeiðsgevaranum, tú hevur arbeitt hjá.
Tú verður biðin um at lata okkum upplýsingarnar skjótast til ber og í seinasta lagi fríggjadagin 19. juni klokkan 12:00. Tú boðar okkum frá við at senda ein teldupost til als@als.fo.
Tær nýtist ikki at boða okkum frá, um tú ikki hevur arbeitt hjá øðrum arbeiðsgevara í hesum tíðarskeiðnum.
Onnur tíðindi
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
- FV-stuðulin á kontu 23. desember 14.12.2020
- Útgjaldið úr ALS hækkar 11.12.2020
- Upplatingartíðir um jólini 08.12.2020
- ALS samskiftir umvegis Mínboks 02.12.2020
- We are Temporarely Closed due to the Coronavirus 07.08.2020